5 góð ráð til ein góðan arbeiðsdag

Deil á Facebook
Hósdagur 12. august 2010 - 20:00

Tað skal ikki so nógv til, um arbeiðsdagurin skal gerast eitt sindur lættari og betri at koma ígjøgnum. Nøkur fá jalig orð, ein lítil tænasta ella eitt sindur av spontanum rósi, so gongur alt eitt sindur lættari.

Her eru 5 góð ráð til tey, sum eru í einari arbeiðsstøðu, har tey hava samband við starvfelagar meðan tey arbeiða.

1.Sig góðan morgun. Hesi bæði lítlu orð eru við til at seta stemningin tað, sum er eftir av degnum. Tey spjaða hita og nærveru og gera, at dagurin byrjar væl. So sig góðan morgun við øll, sum tú arbeiðir saman við.

2.Gev rós. Ert tú eini støðu, har tað ber til at rósa tínum starvsfeløgum, so ger tað av og á. Tá tú sært, at tey hava tey okkurt gott, ella okkurt, sum tær dámar, so sig tað. Flestu arbeiðspláss eru tíverri innrættað soleiðis, at um als einki verður sagt, so er tað tí, at tað gongur gott ella ok. Men so skjótt, sum nakar ger okkurt, sum ikki er so gott, so fellur hamarin.

3.Ver í góðum lag. Smíl for hundin. Gleði spjaðir seg, so royn at vera blíð/ur – eisini tá tað ikki gongur akkurát eftir tínum høvdi. Um tú ert blíð/ur og fyrikomandi, so smittar tað, og áðrenn tú hevur talt til tólv, eru onnur eisini blíð og fyrikomandi. Spyr t.d starvsfelagan, um tú skal taka ein kopp av kaffi ella te við til viðkomandi, nú tú fert at fylla tær koppin.

4.Eydnan kemur innanífrá. Ger hesa lítlu venjing: Skriva á ein lepa av pappíri, tá arbeiðsdagurin er av, hvørjar tríggjar hendingar í dag gjørdu teg arbeiðsglaða/n. Tað kann vera bæði stórt og smátt. Á tann hátt venur tú teg til at hava ein jaligan hugsanarhátt.

5.Rør teg. Upp at standa av og á, um tú situr við eitt skrivaraborð, ella útum, um tað er gjørligt. Tað loysir seg at fara frá í tríggjar minuttir. Tá tú so fert aftur til verka, innheintar tú skjótt teir mistu tríggjar minuttirnar, tí tá er høvdið klárari.

Lesið fleiri onnur góð ráð á:
http://positivesharing.com


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…