Ansið eftir bróstunum

Deil á Facebook
Sunnudagur 10. oktober 2010 - 12:07

Í vikuskiftinum varð skipað fyri renning fyri at gera vart við bróstkrabba. Niðanfyri eru sjey góð ráð til tær, sum vilja ansa betri eftir bróstum sínum. Til tær, sum vilja minka um vandan fyri bróstkrabba.

1. Gevið bróst. Sjálvandi um tú ert í einari støðu, har tað er gjørligt. Heimsheilsustovnurin WHO hevur roknað út, at vandi fyri bróstkrabba minkar 4,3 prosent fyri hvørjar 12 mánaðir, kvinnan gevur brót.

2. Ikki sova í BH. Vevnaðurin í bróstunum hevur gott av at arbeiða sjálvur.

3. Fá nóg mikið av D-vitamin. Sonevnd drepara t-kyknur, sum imunverjan brúkar til at niðurberja bakteriur, virus og krabba, kunnu ikki virka uttan D-vitamin. Egg og fiskur eru góðar keldur til D-vitamin, men vit fáa tær flestu frá sólini.

4. Men ansa eftir ov nógvari sól. Ikki sita í sólini sunnanfyri, ella á sumri her um okkara leiðir, millum klokkan 12 og 15 uttan at tú ert í einari blusu. Ov nógv sól ger húðini lina og tískil veika. Royking hevur sama virkna upp á húðini, sum ov nógv sól, so tað er bara eitt at gera hjá teimum, sum roykja: Leggið av.

5. Rørsla/motión er góð verja ímóti bróstkrabba og krabba sum heild, heldur World Cancer Research Fund.

6. Ansið eftir við ov nógvum kost-tilskotum, siga tey í Svøríki. Nýggj kanning hjá Karolinska instituttet vísir, at multivitaminur økja eitt sindur um vandan fyri bróstkrabba. Kanningin sigur tó einki um, hvørji sløg av evnum í multivitaminini talan er um.

7. Etið framvegis nógv grønmeti og nógva frukt, sjálvt um ein nýggj kanning vísir, at frukt og grønt ikki er nakar beinleiðis undur-matur. Men eitt sindur av gangnligum virknaði hava hesar matvørur, og serliga fyribyrgjandi eru tær, tá hugsað verður um, hvat tú hevði etið, um tú ikki át frukt og grønt, tí tað er sum oftast okkurt, sum ikki er líka gott sum tað.

Kelda (og meira á):
http://iform.dk/velvaere/forebyggelse/pas-paa-dine-bryster


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Náttmatur fitar ikki…

Tað finnast nógvar íspunnar søgur, tá tað snýr seg um…

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…