Ein fyrrverandi kommunulækni í Havn segði einaferð, at helvtin av øllum fólkum í Føroyum høvdu ávísar trupulleikar við rygginum. Hin helvtin hevði eisini trupulleikar, men visti bara ikki av tí.
Trupulleikar við rygginum er vorðin ein sonevnd fólkasjúka. Ein sjúka, sum er somikið útbreidd, at tú hoyrir um hana dag og dagliga, og ivaleyst sjálv/ur hevur hana, ella hevur havt hana.
So her eru nøkur góð almenn ráð, soleiðis at tú kanst fara betur um rygg tín.
1.Ikki bera ov tungar posar, tá tú ert til handils. Gang heldur tvær ferðir, ella fá tær ein innkeyps-tasku-vogn. Og ansið eftir við herðataskum, sum tyngja skeivt. Brúka heldur ein góðan ryggsekk, har vektin er javnari býtt.
2.Royn at avmarka brúkið av høghælaðum skóm.
3.Ger íløgu í eina góða madrass, um tú ikki longu hevur eina. Ligg á síðuni ella rygginum, tá tú svevur.
4.Krev av arbeiðsgevara tínum, at tú fært ein góðan ergonomiskt rættan skrivaraborðs-stól, um arbeiði títt er við eitt skrivaraborð.
5.Og reist teg so frá borðinum av og á. Sit ongantíð meira enn tveir tímar í senn. Reist teg upp og strekk allan kroppin.
6.Arbeiðir tú frammanfyri ein telduskerm (ella tá tú situr við ein skerm heima), set so skermin soleiðis, at hann vendir/sneiður umleið 15 stig frá tær.
7.Um tú tosar nógv í telefon, fá tær so ein góðan oyrasnigil. Halt ongantíð telefonini millum kjálka og øksl.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…