Apotekini kanna heilsustøðu tína

Deil á Facebook
Týsdagur 16. november 2010 - 11:04

Tað ber til at keypa annað enn heilivág á apotekunum í Føroyum. Apotekini kunnu eisini kanna heilsuna hjá fólki. Tað verður gjørt á tann hátt, at fólk ringja ella koma á gátt og avtala eina tíð.

Síðani verða fimm smærri kanningar, sum samlað taka eina hálvan tíma ella so, gjørdar. Blóðtrýst, kolestorol, blóðsukur, BMI og lungnavirkni verður kannað og mált, og tá tað er gjørt, fær tann kannaði ein lítlan faldara við niðurstøðuni frá kanningini. Á tann hátt ber til at síggja, um nakað er, sum skal ansast eftir fyri at varðveira eina góða heilsu.

Og tað er kanska eitt gott hugskot at lata seg kanna, um ein ivast í hvussu heilsustøðan er, tí sum apotekini siga, so vísa hagtøl, at tvey av trimum andlátum standast av sjúkum, har fyribyrging kundi havt longt munandi um livialdurin og betra um heilsuna.

Heilsukanning fæst á:

Tjaldurs Apoteki, tel. 341100
Eysturoyar Apoteki, tel. 471200
Norðoya Apoteki, tel. 455055
Suðuroyar Apoteki, tel. 371076

Ein heilsukanning kostar 250,- kr.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…