At ganga er gott fyri minnið

Deil á Facebook
Týsdagur 19. oktober 2010 - 08:40

Tað er tíverri ikki so nógv at gera í løtuni hjá teimum, sum hava fingið staðfest alzheimersjúku ella annað slag av demensi, tó at sunnur lívsstílur og rørsla kann bøta í ávísan mun. Men vilt tú gera nakað fyri at royna at sleppa undan at minnið viknar við árunum, so er at finna teir góðu gonguskógvarnar fram. Granskarar hava nevniliga staðfest, at rørsla verjir ímóti aldurstreytaðum heilasvinni.

Tað eru ein bólkur av granskarum frá universitetinum í Pittsburg undir leiðslu av Kirk I. Erickson, sum hevur staðfest, at ein persónur, sum gongur meira enn 10 kilometrar um vikuna, hevur størri kjans fyri at varðveita sítt góða minni á gamalsalri, enn ein ið ikki førkar so so nógv.

Kelda:
http://www.dr.dk/P1/Videnskabenkort/Udsendelser/2010/10/20100420113505_9_2_1_1_2_1_1.htm


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…