Vekjarin ringjur, og tú verður skrykt/ur úr svøninum. Tað er vetur og tað er bølamyrkt bæði úti og inni. Soleiðis byrjar dagurin, og tað ganga kanska einir tveir tímar, áðrenn tú hevur fingið eyguni heilt upp.
Men tað nýtist ikki at vera so. Fleiri fyritøkur eru byrjarðar at framleiða ljósvekjarar, millum annað Phillips, sum ikki sparir upp á smálutirnar. Lampurnar byrja spakuliga at lýsa, og 30 minuttir seinni hava tær fulla styrki. Tað ber til at seta antin radio ella mp3-spælara til lampuna, soleiðis at tónleikurin byrjar, tá lampan byrjar sína ljósferð. Um tú so ikki ert vaknað/ur, tá lampan er komin upp á fulla stryki, vekkar hon við ljóði.
Meiningin við øllum hesum er at fáa fólk at vakna meiri nátúrliga – eins og tá tey vakna, tá tað er sólarris. Og sambært kanningum, so riggar tað. Umleið 90 prosent av teimum, sum hava roynt lampuna, siga at tað er hugaligari at vakna upp á hendan mátan (kanning hjá Phillips sjálvum). Royndarfólk, sum Danmarks Radio brúkti, siga eisini at vekjara-lampan riggar.
Tær lampur, sum hava fleiri hentleikar – USB-inngang til radio og mp3 ella dock'n støð – kosta eitt sindur meira. Prísir á vanligum lampum uttan eyka tøkni, byrja frá umleið 700 krónum.
Lesið meira á
http://www.philips.dk/c/lysterapi/38696/cat/#/cp_tab2
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…