B-vitaminir minka um vandan fyri Alzheimer

Deil á Facebook
Fríggjadagur 10. september 2010 - 17:19

Nýggj gransking frá universitetinum í Oxford vísir, at trý sløg av B-vitaminum kunnu minka munandi um vandan fyri at fáa alzheimer-sjúku. Í arbeiði sínum at finna fyribyrgjandi heilivág ímóti demens-sjúku, vísa royndir, at fólk sum taka B12, B6 og B9 (folinsýru) dagliga, eru í minni vanda fyri at fáa alzheimer í mun til tey fólk, sum í royndini bara fingu óvirknan heiligvág, placebo.

Við blaðið BT sigur fremsti alzheimer-granskari í Danmark, Gunhild Waldemar, at ensku kanningarnar eru sera áhugaverdar.

-Hetta eru jalig tíðindi, men vit vita ikki enn, um vitaminurnar hjálpa upp á sjúkueyðkenni, men tað er okkurt, sum bendir á tað, sigur hon við blaðið.

GUNHILD Í FØROYUM
Í sambandi við aljóða Alzheimer-dagin, sum er 21, september, vitjar Gunhild Waldemar í Føroyum hetta vikuskiftið. Leygardagin 11. september 2010, verður almennur ókeypis fyrilestur við Gunhild Waldemar í Norðurlandahúsinum í Havn. Gunhild fer m.a. at tosa um tað nýggjastu vitanina um fyribyrging og viðgerð móti demens-sjúkur.

Tað er Alzheimerfelagið í Føroyum, sum skipar fyri almenna fyrilestrinum í Norðurlandahúsinum, sum byrjar klokkan 16.

Meira um fyrilesturin og alzheimer-sjúkuna á:
www.alzheimer.fo


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Náttmatur fitar ikki…

Tað finnast nógvar íspunnar søgur, tá tað snýr seg um…

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…