Ber fyribyrgja Parkinson

Deil á Facebook
Leygardagur 19. februar 2011 - 10:42

Nú er bara at leggja í vaðið við smoothies og bertertu. Tí ber eru fantastisk móti Parkinson.
Nýggjar kanningar frá Harvard Universitetinum í Boston hava staðfest, at ymisk ber, so sum hindber, jarðber og sólber, hava tað í felag, at tey kunnu fyribygja ólekjandi nervasjúkuni Parkinson, ið sum kunnugt elvir til óviljar ristingar og rørslur.

Granskararnir hava funnið eitt samband millum vitamin P og vandan fyri at menna Parkinson. 2-3 koppar av beri um vikuna skuldi gagnað endamálinum. Harumframt kunnu mannfólk fáa eyka gagn av at eta súrepli, appilsin og aðrar sitrusfruktir, vilja teir fyribyrgja Parkinson.
Eini 4-6 milliónir fólk í heiminum hava Parkinson.

Tað skrivar The American Academy of Neurology í einum tíðindaskrivi.

Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…