Bert ein av 17 vanligum kvinnum heldur seg vera klæna

Deil á Facebook
Mikudagur 12. januar 2011 - 14:14

Ein bretsk kanning, sum ein klænkifyritøka hevur gjørt, vísir at bert 6 prosent, ella 1 av 17 kvinnum, siga seg vera klæna. Og tá er væl at merkja talan um kvinnur, sum hava eina vanliga ella normala vekt.

Slimming World, sum fyritøkan ið gjørdi kanningina eitur, bóðu 2.200 kvinnur velja millum 12 heitir, sum kundu umboða kropp teirra. Bert 13 prosent av kvinnunum við vanligari vekt (innanfyri tað normala) søgdu, at tær vóru nøgdar við kropp sín. Og seks prosent søgdu seg altso vera klænar.

Við Daily Telegraf, sum skrivar um kanningina, sigur sálarfrøðingurin Sandra Wheatley, at tað tykist sum at fleiri og fleiri kvinnur fáa ein feril av kropsdysmorfi, sum er tá ein ikki dugir at síggja sína veruligu spegilsmynd.

Ávirkan frá lýsingum, filmum, tónleikaídnaði o.ø. fær serliga kvinnur til at kenna seg ov tjúkkar, sjálvt um tær eru vanligar og enntá klænar.

Kelda:
telegraph.co.uk


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…