Bíligar vektir eru fínar

Deil á Facebook
Mánadagur 27. september 2010 - 05:48

Av og á er kanska neyðugt at stilla seg á vektina fyri at vita um allur tann góði maturin, sum vit eta, hevur sett seg. Tað eru tey, sum ikki brúka vektir, men heldur hyggja í spegilin, og tað er eisini fínt, men kropsvekt í mun til hædd kann eisini siga okkum eitt sindur. Eigur tú onga vekt, og ert á veg til handils at hyggja eftir einari, er her ein tilvísing til eina lítla kanning, sum Politiken hevur gjørt. Og kanningin vísir, at tað als ikki er prísurin, sum er trygd fyri at vektin er góð. Tær bíligu vektirnar klára seg fínt.

Blaðið gav vektunum upp til seks stig, og tann bíligasta – 39,- kr frá Ikea – fekk fýra stig. Ikea hevur sum kunnugt ikki handlar í Føroyum, men hini merkini í kanningini fáast her heima. OBH Quadro Silver vann kanningini við seks stigum. Hendan vekt kostar 350 kr. Eva Solo vektin við króki til at hanga upp á veggin, var tann dýra veksin, sum kláraði seg best. Hon fekk fimm stig - prísur uml. 1000,- kr. Ein EKS vekt fyri 400,- kr fekk fýra stig, meðan ein Dualit baðivekt fyri 2000.- kr fekk eitt stig.

Tað sum taldi mest í kanningini hjá Politiken, var um vektirnar vigaðu rætt, og tað gjørdu ikki allar. Dualit vigaði tvey kilo skeivt við 80 kilo-loddum.

Kelda (og lesið meira) á:
http://politiken.dk/tjek/dagligliv/forbrugtest/testhusholdning/ECE1066621/test-badevaegte-vejer-som-vinden-blaeser/


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…