Bíligasti venjingarháttur er at hoppa band.

Deil á Facebook
Mikudagur 19. oktober 2011 - 08:00

Øll royna vit, í hvussu so er nokkso nógv av okkum, so ella so at forbrenna tær kaloriur, sum vit nú hava fingið í okkum. Ymiskt er hvussu hetta gongst og ymiskt er eisini hvønn hátt fólk velja at brenna hesar forbrendu kaloriurnar uppá. Summi ganga, onnur renna. Nøkur ganga niðan í fjøllini og onnur fara í venjingarmiðstøðir.

Men hvat kostar tað so í krónum og oyrum at forbrenna 1 kaloriu. Tað hevur onkur kannað og tað vísir, at tann bíligasti mátin er at hoppa band og tann dýrasti er at spæla golf.

Her er ein listi yvir hvussu nógv tað kostar at forbrenna 1 kaloriu. Í kostnaðinum fyri útgerð kunnu eisini ymisk limagjøld ella venjingartímar vera íroknað. Brendar kaloriur siga hvussu nógvar verða brendar í 1 tíma. Prísurin er roknaður útfrá, at man venur tvær ferðir um vikuna í eitt ár.

HOPPA BAND
Útgerð: 60 kr
Brendar kal: 900
Prísur fyri 1 kal: 0,06 oyru

RENNA
Útgerð: 1000 kr
Brendar kal: 960
Prísur fyri 1 kal: 1 oyra

STAVGONGA
Útgerð: 300 kr
Brendar kal: 350
Prísur fyri 1 kal: 1 oyra

KICKBOKSING
Útgerð: 1600 kr
Brendar kal: 600
Prísur fyri 1 kal: 3 oyru

SVIMJA
Útgerð: 1600 kr
Brendar kal: 350
Prísur fyri 1 kal: 4 oyru

SPINNA
Útgerð: 5000 kr
Brendar kal: 960
Prísur fyri 1 kal: 5 oyru

STYRKIVENJING
Útgerð: 4000 kr
Brendar kal: 450
Prísur fyri 1 kal: 9 oyru

DANSA
Útgerð: 3120 kr
Brendar kal: 300
Prísur fyri 1 kal: 10 oyru

YOGA/PILATES
Útgerð: 4500 kr
Brendar kal: 300
Prísur fyri 1 kal: 14 oyru

GOLF
Útgerð: 10000 kr
Brendar kal: 400
Prísur fyri 1 kal: 27 oyru


Hanus Højgaard
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini