Blív í góðum lag av at íðka

Deil á Facebook
Mikudagur 22. desember 2010 - 10:13

Nú jólini eru á gáttini, skulu vit sjálvsagt hava stundir at njóta tey. Men tað kann vera eitt gott hugskot at hava rørslu og íðkan í huganum hesa ársins myrkastu tíð. Kanningar vísa nevniliga, at rørsla er góður heilivágur fyri tunglyndi, og okkara hýrur gerst sum heild betri av at íðka okkurt slag av rørslu, ítrótti ella sinnis-íðkan – t.d. meditatión, yoga o.l.

HVUSSU OFTA SKAL ÍÐKAST
So er spurningurin, hvussu ofta og leingi ein skal íðka fyri at blíva í betri lag ella sleppa av við byrjandi tynglyndi? Tað vísir seg, at tey sum íðka mest, eru kátast. Tó so, at ov nógv íðkan kann eisini hava við sær, at fólk eru ov móð, tá tey so eru saman við familju og vinfólki.

Ein stór kanadisk kanning varð gjørd á tann hátt, at nøkur fólk, sum íðkaðu, fingu boð um at halda upp at at íðka. Hesi vórðu so sammett við íðkandi fólk, og tað vísti seg skjótt, at góðhýrurin minkaði skjótt hjá teimum, sum hildu uppat.

Ein onnur stór kanning setur tøl á. Fyri tað fyrsta vísur tað seg, at fólk mugu íðka í minsta lagi tvær ferðir um vikuna, fyri at fáa nakran jaligan ágóða. At íðka tvær ferðir um vikuna gevur 10 prosent meiri vælveru, meðan talið er 16 prosent fyri tey, sum íðka tríggjar ferðir um vikuna.

MARATON IKKI NEYÐUGT
At íðka kann vera so nógv. Í kanningunum vóru bæði fólk, sum runnu langt, og fólk sum gingu sær nakrar kvikar túrur. Onnur íðkaði yoga og enntá tai chi, sum er eitt slag av stríðsítrótti frá fjareystri, ið verður vant í slow motion (og tískil ikki fær fólk at sveitta).

So tað snýr seg um at finna sína egnu hill, og so íðka í minsta lagi tvær ferðir um vikuna, um ein vil vera í betri lag.

Orsøkin til, at hetta evnið hevur verið so nógv kannað seinnu árini, er at ítróttarfólk, sum íðka nógv um summarið (t.d. rennarar), og so minka nógv um venjingina um veturin, hava upplivað, at hýrurin gerst verri.

Keldur:
motion-online.dk
netdoktor.dk
Psychosomatic Medicine 2006


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…