Tað kann næstan ikki sigast nóg ofta, men hevur tú eitt barn, sum er óneyðuga kræsið, so tak tað við í køkin. Lat tað sleppa at fáa fingrarnar niður í deiggið, og sleppa at røra í grýtuni. Tá eitt barn hevur flust og skorið hasa gularótina, so glíður hon niðurum sum einki, sjálvt um barnið hart og týðiliga fortaldi, at tað hataði gularøtur, seinast tær blivu settar á borðið.
Tað er tó ov strævið at hava børnini við í matgerðini hvønn dag, men vel t.d. at gera mat saman við barninum ella børnunum ein dag um vikuna. Lat tey eisini vera við til at avgerða, hvat tit skulu eta, og set tá nøkur krøv til føðsluvirði og dygd. Vilja tey sleppa at gera pitsur, so ger nakrar sunnar pitsur úr grovum deiggi við góðari ikki alt ov feitari fyllu.
SMAKKA
Tá tit so gera mat saman, er ein góð regla at halda seg til: Barnið sleppur ikki at siga, at tað ikki dámar, áðrenn tað hevur smakkað upp á matvøruna EINA ferð. Er tað veruliga so galið, at matvøran ikki kann etast, so mást tú ikki noyða barnið at eta. Finn okkurt annað, og vend aftur til ta matvøruna, sum barnið ikki vildi hava, onkran annan dag.
Góða eydnu :-)
PS: Minst til at krydda væl. Børn dáma í veruleikanum betri krydd, enn vit halda. Men tað skal ikki vera ov nógv, og ikki ov sterkt.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…