Chris her og har og nú eisini í Føroyum

Deil á Facebook
Hósdagur 24. mars 2011 - 08:58

Amerikumaðurin Chris MacDonald er vorðin heimskendur í danska ríkinum fyri sína ótrúliga orku og tileggjan, motivatón. Hann kann fáa sjálvt tær mest dølsku paddurnar upp úr stólinum.

Sum vertur í fleiri sjónvarpssendingum hjá DR og redaktørur á heimasíðuni løb.dk er hann eftirhondini blivin ímyndin av, at tað ber til at fáa skil á dovna gerandisdagin – at tað ber til at blaka nøkur kilo og koma í gongd við at íðka.

Men tað er sum fyrilestrarhaldari, at Chris MacDonald fær besta skotmálið. Hann hevur ferðast runt í Danmark seinnu árini við sínum fyrilestrum, og tað eru ikki nógvir fyrilestrarharldarar, sum fáa so góð orð við sær á vegnum, sum Chris. Hann kveikir áhugan fyri einum heilsubetri gerandisdegi og einum lívi, har forðingar verða til møguleikar, og avbjóðingar eru nakað mann tekur, og ikki leypur um.

15.apríl kemur Chris MacDonald til Føroya at skipa fyri einum evnisdegi um ”Tileggjan og virkin mál”. Hetta er bert nakrar dagar eftir at fyrsta bók hansara ”Du er ikke alene” kemur út (hon kemur 11.apríl).

Tað er Synergi sum saman við Confex Danmark skipar fyri. Lesið meira á:
http://www.synergi.fo/2011/Confex/ChrisMacDonald/index.htm


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Náttmatur fitar ikki…

Tað finnast nógvar íspunnar søgur, tá tað snýr seg um…

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…