Egoisma heldur strongdini burtur

Deil á Facebook
Leygardagur 29. januar 2011 - 10:38

Tá tú lesur um strongd í bókum, bløðum og á netinum, og tá tú sært sendingar í sjónvarpi ella lurtar eftir útvarpi, havi eg varnast at tað er eitt ráð sum gongur aftur og aftur. Og enntá í fleiri ymsum sniðum. Tað snýr seg um at hugsa eitt sindur um seg sjálvan.

Her eru nøkur av ”ego-ráðunum” ímóti strongd.

1.Bið stjóran ella deildarleiðaran (skiparan, kanska), sum tú arbeiðir fyri, raðfesta tínar arbeiðsuppgávur, um tú hevur ov nógvar. Í framhaldi av tí, skalt tú eisini seta tær nøkur realistisk mál í arbeiðslívinum og lívinum sum heild.

2.Minst til at halda steðgir. Kaffi-steðg, mat-steðg á døgurða....o.s.fr. Og tann týdningarmiklasti steðgurin er náttarsvøvnurin. Royn tá at fáa einari 7 til 8 tímar av svøvni hvørja nátt.

3.Tú skalt vara um tíni sosialu sambond, men minst eisini til at brúka eitt sindur av tíð til tín sjálvs. Set teg í ein friðaligan krók eina løtu hvønn dag, og hugsa um einki. Anda djúpt niður í lunguni fimm ferðir.

4.Raðfest, raðfest, raðfest, og set tíð til viks til tað óvæntaða, sum altíð kemur sníkjandi.

5.Og lurta eftir kroppinum (hetta skuldi kanska staðið ovast). Kennir tú teg strongda/n, fær so til lækna.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…