Ein steðgur við rørslu

Deil á Facebook
Fríggjadagur 7. januar 2011 - 14:41

Ein steðgur í arbeiðinum gevur bæði kroppi og heila møguleika at fáa nýggja orku. Og tey, sum ikki hava eitt fysiskt arbeiði, hava gott av at sleppa at røra seg eitt sindur í steðginum. So tí kann ein góður steðgur t.d. verða ein ein lítil renni- ella gongutúrur, har pulsurin kemur eitt sindur upp.

ONGANTÍÐ STEÐGUR
Fyrr var tað soleiðis, at tey flestu høvdu kaffi-steðg saman. Klokkan 10 og klokkan 15 steðgaði alt upp, og so settist mann við long borð við kaffi og kanska køku. Í dag eru hesir felags-steðgir ikki so vanligir longur, tó undantikið nøkur størri ídnaðar-arbeiðspláss og ávísum greinum í handverkaravinnuni.

Úrslitið av nýggju støðuni er, at nógv fólk gloyma steðgin. Tey arbeiða frá tí tey møta, til tey fara heim. Men hetta er ikki gott fyri tey, og tó at arbeiðsfólkini kanska halda nakað annað, so er ein fornuftigur arbeiðsgevari heldur ikki hugaður í, at arbeiðsfólkini ikki halda ”pausu” av og á. Tí sum sagt, so er steðgurin góður, tí hann gevur kroppi og heila nýggja orku – orku, sum eisini arbeiðsgevarin er áhugaður í.

AKTIVAN STEÐG
Tað er meira og meira vanligt, at arbeiðspláss hava rørslu sum ein innbygdan part av arbeiðinum. Summi arbeiðspláss hava fittness-rúm, meðan onnur skipa fyri felags gongu- ella rennitúrum eina til tríggjar ferðir um vikuna.

Men um ein ikki hevur umstøður til at ganga ella renna í steðginum, so strekk um ikki annað beinini væl og virðiliga, og gakk niður trappurnar og runt um húsini einar tvær ferðir.

Gloymir tú steðgirnar, er vandi fyri at tú fært ilt í rygg ella nakka, og eyguni klára ikki so væl at fylgja við. Eisini er vandi fyri turki (dehydrering), um tú ikki fært farið frá arbeiðinum eina løtu, og tað gevur høvuðpínu.

Kelda:
M.a. Samvirke


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…