Fimm fyrimunir við at íðka Zumba

Deil á Facebook
Mikudagur 23. mars 2011 - 10:20

Tað eru nógv í Føroyum, sum hava stuttleika sær við orðinum fyri nýggju motións-dilluna Zumba. Úttalan er jú tann sama, sum sunnasta bygd í Føroyum, har tey eru tiltikin sterk, og tað gevur ávísar herligar innaru myndir, um ein ímyndar sær ein stóran seigan sumbing á dansigólvinum til ein Zumba-tíma.

Men lat tað fara í hesum umfari. Hví er Zumba so væl umtókt, spyrja vit.

Blaðið Fit Living hevur gjørt ein lista við fimm fyrimunum við at íðka Zumba.

1.Við Zumba venur tú allan kroppin – bæði bein, mjadnar, flagbróst og armar.

2.Tá tú íðkar Zumba, verður skift millum skjótar og treystar rútmur. Á tann hátt er Zumba eitt eisini eitt slag av interval-venjing.

3.Tú hevur sjálv/ur leiðsluna á venjingini. Tú avgerð, hvussu hart tú vilt venja, og tað kann t.d. verða gott, um tú ert við at byggja upp aftur, aftaná ein skaða.

4.Øll kunnu vera við, tí venjingar-fetini eru einføld, og verða endurtikin alla tíðina. Tá tú ert komin í gongd, fært tú eina størri fatan av at samskipa kropsrørslur við beinum, mjarnum og ørmum samstundis.

5.Orka og gleði eru lyklaorð í Zumbavenjing. Rútmiski látíntónleikurin fær fólk at smílast, og tað er ikki óvanligt at fólk flenna hart, tá tey venja.

Kelda:
Fit Living


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…