Tað er ikki bara magavøddar og miniskjúrt, sum gera teg eiggiligan. Fyri at fáa ein sonevndan six-pack (bylgjandi magavøddar) skal hart arbeiði til, og ein maður, hvørs fremsti áhugi er at lyfta jarnstengur, sigur ikki øllum konufólkum so nógv. Tær halda veruliga, at hann ikki er nóg klókur til at verða pápi at børnum teirra, um hann brúkar for nógva tíð í fitness-hølinum. Niðanfyri eru fimm lutir, sum nógvar kvinnur falla fyri - lutir, sum tú kanska ikki roknaði við. Onkrir lutir er galdandi fyri bæði kynini.
Nørda hobby
Hevur tú eitt øðrvísi hoppy, sum krevur at tú brúkar høvdið, er betur statt. Í greinini, sum slóð er til niðanfyri, verður sagt nakað soleiðis:
-Vís mær ein mann, sum fer heim frá arbeiði og bakar vælsmakkandi breyð og bollar frá uppruna, so skal eg vísa tær 10.000 kvinnur, sum vilja føða hansara børn.
Brillur
Hjá bæði kvinnum og monnum eru brillur eggjandi, vísa kanningar. Kanska hevur tað okkurt við nútímas smartar brillur at gera (snið), men innast inni er tað aftur hetta við fornuftini, sum er galdandi. Brillur signalera, at talan er um ein persón, ið er klókur, og hvør vil ikki hava klók børn?
Nývaknað
Ein øðrvísi eiggiligur lutur, sum víst verður á í greinini (sum er at lesa á Yahoo), er tað at vera nývaknaður. Tað at upliva sín maka nývaknaðan við morgunhári og smølum eygum, er nakað, sum bert tú sleppur. Tá makin hevur verið og hampa seg, og gjørt seg kláran til dagsins arbeiði, er tað nývaknaða farið. Hesin eksklusivitetur er eiggiligur, verður sagt.
Handtøkini
Fólk, sum hava eitt kilo ella bæði fimm ov nógv á kroppinum, eru eisini sexy, men tað krevur at tey kenna seg væl í sínum kroppi. Um ein persónur er nøgdur við tey eyka kiloini, so fær viðkomandi sín maka (sum kanska eisini eigur nøkur kilo ov nógv) seg at kenna seg væl.
Røddin
Ein góð rødd kann røkka langt. Fólk kunnu gerast áhugað í einum persóni, bert við at tosa í telefon við viðkomandi. Blandingin av eini góðari rødd og eini fornuftigari samrøðu, er eiggilig, verður sagt.
Lesið alla greinina her