Tað lønar seg ikki altíð at løna seg, um mann so kann siga. Fólk eru ofta so glað fyri at hava runnið ella íðka, at tey eta ov nógv, tá tey eru eru liðug.
Nógv fylgja væl við í brenningini av kalorium, og summar maskinur í motións-hallum telja enntá kaloriurnar fyri teg. Tá tú so ert liðug/ur, kanst tú t.d. staðfesta, at 650 kaloriur eru brendar. Og so verður kanska ein eyka máltíð etin, sum inniheldur upp ímóti teimum 650 kaloriunum, men so lætt spælir klaverið ikki. Tí gert tú tað, í mun til um tú ikki hevði íðkað, so er stórur kjansur fyri, at tú fert at taka uppá. Tú skalt nevniliga hugsa um, hvat tú vildi havt gjørt, um tú ikki var og rann ella stríddist í fitness-høllini.
BRENNA KALORIUR UTTAN AT ÍÐKA
Tú kanst ikki leggja allar kaloriurnar frá rennitúrinum ella tíðini í fitness-høllini omaná, tí tú vildi havt brent nakrar kaloriur undir øllum umstøðum. Enntá, um tú bara sat í einum stóli og hugdi eftir sjónvarpi ella bant.
Roknistykkið skal altso taka vanligu brenningina við. Lat okkum siga, at tú stríðist í fitness-hølinum, og brennur 700 kaloriur. Hetta tekur tær fimm korter. Við einari konto upp á 700 kaloriur, etur tú eina banan, eina power-bar og ein smootie, sum samlað innihalda 500 kaloriur. Samlað eitt undirskot uppp á 200 kaloriur – heldur tú.
Men tá verður ikki hugsað um, hvussu nógvar kaloriur, tú hevði brent, um tú gjørdi okkurt annað enn at íðka í fitness-hølinum.
Hevði tú t.d. havt gingið spakuliga í fimm koter, hevði tú brent upp ímóti 300 kalorium. Somu brenning hevði tú havt, um tú gjørdi okkurt húsligt hesa tíðina – skifta á seingini, støvsúgva, vaska vindeygu o.l. Etur tú omanfyri nevndu 500 kaloriurnar aftaná venjing, so hevur tú inntikið 100 kaloriur meira enn vanligt, um tú hevði verið heima og rudda, og ikki etið.
Tú brennur eisini kaloriur við at sita ella standa. Tá tú stendur, brennur tú uml. 45 kaloriur um tíman, og tá tú liggur í sofuni og lesur ella hyggur eftir sjónvarpi, brennur tú einar 40 kaloriur um tíman.
So tað nyttar einki at eta allar tær brendu kaloriurnar inn aftur eftir venjing. Vilt tú halda vektini ella klænka, mást tú ikki geva tær alt ov stórar etandi virðislønir, ta tú ert liðug/ur at íðka. Tú kanst sum tummilreglu taka eina helvt frá. Hevur tú brent 600 kaloriur við at íðka, kanst tú eta 300 eyka, og framvegis lætna ella halda vektina.
Men minst til, at tað er gott at eta okkurt, tá tú hevur íðkað. Et innanfyri ein hálvan tíma aftaná íðkan eitt sindur av góðum kolhydratum, sum fáa teg víðari. Eitt sindur av frukt til dømis.
Yvirlitið niðanfyri (trýst á tað, fyri at gera tað størri), vísir hvussu nógvar kaloriur, tú brennur við vanligum húsligum og dagligum gerðamálum.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…