Virðislønta ísblandið hjá MBM fæst nú í føroyskum handlum. Ísblandið fekk í fjør heiðurin Besta ísbland í Skandinavia, men hevur ikki verið at fingið í Føroyum fyrr enn nú. Ísblandið kann nýtast sum tað er, uttan at tað verður rørt upp - t.d. kann frukt blandast uppí - men tað kann sjálvsagt eisini gerast til ís. Tá kanst tú antin røra tað við hond ella brúka ísmaskinu.