Vilt tú vera væl fyri og í góðari venjing, er best at íðka bæði styrkivenjing og tresti (konditión). Summar ítróttargreinar geva tær bæði sløgini, meðan onnur sløg bara bøta um annað.
Niðanfyri er eitt áhugavert yvirlit yvir ymsar ítróttargreinar, og ta ávirkan, sum tær hava á kroppin. Tær fyrst nevndu ítróttargreinarnar innihalda meira av tresti-venjing enn styrki-venjing, og so hvørt sum tú lesur niðureftir á listanum, veksur styrkiparturin. Listin er, sum tú sært, ikki fullfíggjaður.
Ítróttargreinarnar í miðjuni geva eina góða blanding av tresti og styrki. Um tú bara rennur langt, er tí neyðugt at íðka okkurt slag av kropsvenjing eisini fyri at gerast betri. Hnvegin, so er tað skilagott hjá kropsbyggjarum at venja tresti-venjing (renning, svimjing o.l.) eisini.
TRESTI
Langrenning
Súkkling/spinning
Rógva
Svimja
Aerobic
Dansur/Zumba
Fótbóltur
Hondbóltur o.a. bóltspøl (flog-, kurva- o.s.fr.)
Sprint
Frælsur kast og lop-ítróttur
Stríðsítrótt (kamp)
Kropsbygging
STYRKIVENJING
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…