Fyri sløkum trimum árum síðani, tá Fríða var við barn, hendi ein stór broyting í lívinum hjá henni og sjeikinum Esmari. Fyri at geva komandi barni teirra, ein drongur, sum í dag er hálvt triðja ár, ein heilsugóðan uppvøkstur, byrjaðu tey at seta seg inn í alskyns viðurskiftir. Viðurskiftir sum høvdu við sær, at tey í dag hava stovnað ein handil á netinum, ið selur lutir og seinni eisini viðgerðir, ið hava við heilsugóðan livihátt at gera.
Handilin hevur fingið navn eftir hendingini, tá tey bæði raknaðu við – hann eitur LIVNA.
”Orsøkin til at vit fóru í holt við fyritøkuna LIVNA, er tann, at tá vit skuldu hava okkara fyrsta barn, gjørdu vit av, at vit vildu broyta okkara lívsstíl soleiðis, at hann gjørdist sunnari og nátúrligari, tó uttan at vera heilt fanatisk”, siga tey bæði.
”Vit vildu minimera nýtsluna av heilivági og kemiskum evnum, sum ofta eru at finna í nútímans vørum. Hetta fyri at geva barni okkara tað bestu tilveruna gjørligt, men eisini fyri at minimera vandan fyri ovurviðkvæmi, eftirsum vit bæði hava ávikavist ovurviðkvæmi, viðkvæma húð og psoriasis. Stutt sagt raknaðu vit við, tá vit skuldu gerast foreldur, siga Esmar Petur Petersen og Fríða Jeanne Magnussen.
Handil teirra, livna.fo, umboðar m.a. merkini GREEN PEOPLE og TC ENERGY DESIGN.
GREEN PEOPLE eru vistfrøðiligar vørur - hár-/húðpleyguproduktir og makeup við meira - meðan TC ENERGY DESIGN m.a. ger serstakar glaskarafflur/vatnkannur og gløs.
Í framtíðini fer LIVNA eisini at bjóða tænastur sum zoneterapi og ráðgeving/hjálp til innrætting eftir NEO FENG SHUI-sjónarmiðunum.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…