Tað eru ivaleyst fleiri, sum hava hoyrt um at frysta reyðvín, men til tykkum, sum ikki kenna hetta preiðið, og dáma væl reyðvíns-sós, so er bara at lesa víðari.
Tað hendir seg - kanska oftari hjá summum enn hjá øðrum - at tað leypur eitt sindur av reyðvíni av. Upptrekt reyðvín heldur sær í fløskuni í nakrar dagar við proppi og ikki ov ljóst og heitt, men tað er ikki nógv kraft eftir í víninum, um tað stendur eina viku ella meira.
Tí kann tað vera eitt gott hugskot at frysta tað, sum leypir av, um tú altso ikki vil fáa tær upp í glasið dagin eftir ella annan dagin.
Tú kanst t.d. frysta vínið í ísterningabakka ella í einum ísterningaposa. Um tú veist, at tú skalt brúka alt sum er eftir til eina sós, so kanst tú stoyta tað í ein frystiposa ella í eitt plastílat.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…