Gerin, hon leingi livi

Deil á Facebook
Mikudagur 27. apríl 2011 - 09:47

Hevur tú upplivað at farið í kuldaskápið ella hjallin eftir einum pakka av geri, og so er hann uppturkaður. So ert tú ikki einsamøll ella einsamallur. Bleyt ger heldur sær hampiliga væl, men tá hon er vorðin eina góða viku, byrjar hon at torna av álvara. Men her eru eini góð ráð, um tú vilt leingja um livitíðina hjá henni.

Legg gerpakkan í eitt luft-tætt ílæt. Tað kann t.d. vera eitt glas við snariloki, sum víst á myndini, ella eitt plastílat. Royn at finna eitt ílat, sum ikki er nógv størri enn gerpakkin ella gerpakkarnir (glasið á myndini er kanska í so stórt).

Á hendan hátt kanst tú leingja um livitíðina hjá gerini við einari viku ella gott tað. Í lítlum lufttøttum ílati heldur gerin sær í hvussu so er 3 vikur.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…