Góð ráð í sambandi við sveitta

Deil á Facebook
Mánadagur 17. januar 2011 - 11:58

Tað eru tvey sløg av sveitta. Tann, sum setur seg allastaðni á kroppin fyri at køla hann, tá hann gerst ov heitur, og so tann sveittin, sum kertlar lata frá sær undir ørmunum og við rørarnar. Hendan grein snýr seg um síðstnevnda sveitta.

Sveitti undir ørmunum og við rørarnar - økið kring lærkrepping – hevur í dag einki endamál. Tí royna vit sum fragast at minka um luktin frá hesum sveitta. Tað er ikki sjálvur sveittin sum luktar. Lukturin kemur, tá sveittin kemur í samband við tær bakteriur, sum eru á kroppinum.

Summi lukta meira enn onnur, og hjá teimum, sum hava ógvuliga stóran ampa av sveittaroyki, er ikki óvanligt at geva eina viðgerð við innspræning, har ein evarska lítil mongd av pylsugift/botulinum toxin verður brúkt (spyr kommunulækna um ráð í sambandi við slíka viðgerð).

Tað kann vera eitt gott hugskot at taka hárini undir ørmunum burt, um tú hevur ampa av sveittaroyki.

Ymisk deodorant kunnu tálma sveittaroyki, men nógv deodorant hava í sær aluminium, sum kann fara inn í kroppin, og har møguliga gera skaða. Eisini er luktilsi í deodorantunum, sum nógv fólk eru ovurviðkvom fyri.

Men tað eru aðrir mátar enn deodorant – eitt nú saltsteinar, sum ein kann gníggja undir armarnar. Steinarnir hava nátúrligt alum, sum er eitt slag av aluminium. Alumsteinar kunnu eisini fáast á fløsku. Vatn verður stoytt omaná, og so kann sprænast undir armin.

Lívrunnin kokusolja kann eisini smyrjast á. Oljan hevur í sær bateriudrepandi evni. Kokusolja kann eisini blandast við nøkrum dropum av tea tree olju, sum er ógvuliga bakteriudrepandi.

Tað ber til at eta okkurt slag av zink fyri at minka um sveittaroyk (spyr á apotekinum). Eisini kann zink smyrjast á.

Kelda:
Radiodoktoren


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…