Grovir burgara-bollar

Deil á Facebook
Týsdagur 24. mai 2011 - 08:15

Nærstu ferð tit skulu hava heimagjørdar burgarar, so hevur tú kanska hug at baka tínar egnu burgarabollar. Og hví ikki baka nakrar bollar við eitt sindur av góðsi í?

Her er ein lutfalsliga einføld uppskrift upp á grovar burgarabollar, sum ikki eru so luftkendir, sum teir keypti hveiti-bollarnir, og væl sunnari.

TILFAR
75 gr av havragrýni
1 ½ til 2 dl av vatni
25 gr av bleytari ger
½ dl av olju
1 egg
1 teskeið av salti
150 gr av hveitimjøli
100 gr av rugmjøli

FRAMFERÐARHÁTTUR (4 til 6 bollar)
Finn ein stóran bolla. Molað gerina niður í vatnið, og lat havragrýn í. Lat trekkja einar 10 min. Lat fyrst 1 ½ dl av vatni í, og goym 1/ dl til seinni (um neyðugt).

Lat olju, egg og salt í, og síðani mjøl-sløgini bæði í eitt sindur í senn, meðan tú eltir (antin við hond, eltimaskinu ella miksara við deiggjkrókum). Er deiggið ov turt, kanst tú lata tað, sum er eftir av vatninum, í.

Set deiggið til viks eitt fjálgt stað í trý korter.

Být deiggið í fýra til seks bollar (heilt stórir verða teir, um tú bert bakar fýra :-). Trýst teir eitt sindur flatar, áðrenn teir verða settir at ganga í einar 20 min.

Baka í ovni við 200 stigum í eitt korter ella so – til teir eru blivnir ljóst brúnir.

PREIÐ: Eitt sindur av rivnari gullarót kann eisini latast í deiggið (sjá mynd), og so kunnu bollarnir sjálvsagt eisini brúkast til annað enn burgarabollar - góðir í matpakkan hjá vaksnum og børnum.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…