Hevur tú diabetis uttan at vita tað

Deil á Facebook
Mikudagur 15. september 2010 - 10:19

Er miðjan hjá tær meira enn 88 cm, um tú ert kvinna, og yvir 102 cm, um tú ert maður, so kann tað vera, at tú hevur diabestes 2, uttan at vita tað. Í Føroyum hava sambært føroyska Diabetes-felagnum 2500 fólk diabetes 2, men tað eru eisini nógv, sum hava tað, uttan at vita tað.

Um tú ert somikið víð/ur um miðjuna, sum nevnt omanfyri, og harafturat kanst svara ”ja” til ein av niðanfyri nevndu spurningum, so eigur tú at fara til lækna:

Ert tú øgiliga ofta tyst/ur, vil ofta pissa og skriðar tað í kroppinum?
Hava foreldur ella syskin diabetes?
Fært tú heiligvág fyri hjartasjúku, høgt blóðtrýst ella ov høgt kolesteroltal?
Hevði tú diabetes, tá tú vart við barn?

Eisini kunnu aðrar ábendingar verða um diabetes:

Bløðir tú ofta í tannkjøtinum, ella hevur tú paradentosu?
Órógv í hondum og fótum.
Turra slímhind.
Trupulleikar við potensi.
Skiftandi ólag á eygunum, og broytingar í sjóndini.

Myndin vísir, at ov nógv vekt og genetiskur arvur, eru størstu einstøku orsøkirnar til diabestis 2.

Lesið meira um diabetes á:
www.diabetes.fo


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Náttmatur fitar ikki…

Tað finnast nógvar íspunnar søgur, tá tað snýr seg um…

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…