Høsnarungi, hoyggj og salt

Deil á Facebook
Týsdagur 17. mai 2011 - 10:19

Datt um eina herliga uppskrift á einum mat-bloggi, har tú m.a skalt brúka hoyggj til at ovnsteika ein heilan høsnarunga.

Tú skalt brúka eina steikigrýtu – antin úr leiri ella øðrum tilfari. Ein av hesum svørstu jarn-steikigrýtunum kann eisini brúkast, um tú ikki eigur eina römertopf.

Uppskriftin er rættiliga einføld. Tú fyllir eitt neva av hoyggi í botnin á steikigrýtuni, ripar eitt sindur av salti omaná. Síðani leggur tú høsnarungan - sum er gníggjaður við salti og pipari, og fyltur við grønmeti - omaná hoyggi. Krydda aftur høsnarungan við eitt sindur av salti, og legg at enda ein neva av hoyggi omaná. Lok á og inn í ovnin í tveir tímar við 200 stigum.

Tá høsnarungin er stoktur, reinsar tú hann væl fyri hoyggj, tekur alt skinnið av, og beinir tað burtur. So borðreiður tú tað fína sevjumikla kjøtið afturvið tí, sum tær dámar – nýggj kókað eplir, gott breyð við olivenolju ella líknandi.

Kelda og myndakelda (fleiri upplýsingar og myndir)
http://www.kokkekniven.com/opskrifter/helstegt-kylling-i-salt-og-hø/


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…