Hví er 76 ára gamla Sophia Loren so vøkur

Deil á Facebook
Fríggjadagur 4. mars 2011 - 09:14

Ein av vakrastu kvinnum í heiminum seinastu mongu árini, er sjónleikarinnan Sophia Loren, fødd í 1934. Ílegur hava sjálvsagt okkurt at siga, men sjálv sigur hon, at hennara heilsugóði lívsstílur og sunni matur, er høvuðsorsøkin til útsjóndina. Niðanfyri kanst tú lesa eitt sindur um tað, sum Sophia Loren ger fyri at síggja gott út.

OLIVENOLJA
Olivenolja spælir ein stóran leiklut í gerandisdegnum hjá Sophia Loren. Hon brúkar vistfrøðiliga kaltpressaða ekstra jomfrú olivenolju til alt møguligt. Hon smyr javnan allan kroppin inn í oljuna, hon smyr nakrar dropar á andliti sum náttkrem, og av og á letur hon nakrar dropar av oljuni í vatnið í baðikarinum.

HEILSUGÓÐAN MAT
Sophia Loren er úr Italia, og henni dámar sera væl siðbundnan mat frá londunum kring miðalhavið. Hon hevur enntá útgivið nakrar kókibøkur fyri nøkrum árum síðani. Tá tað snýr seg um mat, hugsar Sophia Loren fyrst um framt um at eta frukt, grønmeti, fisk, skeljadjór og flogfenað. Henna dámar best at maturin er frá nærumhvøvinum, og at hann er vistfrøðiligur. Harafturat skal maturin framleiðast frá ”botninum”, og ikki hava nøkur íblandingarevni.

RØRSLA
Sophia Loren gongur hvønn morgun ein túr við góðari ferð. Hon gongur ein tímas tíð. Tá hon er komin heim, venur hon rygg og búk á einari máttu á gólvinum. Tað er tað :-)

SÓL
Sophia Loren dámar væl nátúrliga sól. Hon brúkar sólina til at fáa eina góðan húðbotn av brúnum liti, men hon er varin, og er ikki í sólini, tá hon er ov sterk. Hon smyr seg væl bæði áðrenn og aftaná at hon hevur sólað sær – og tað er altíð tann veruliga sólin, sum verður brúkt. Tá húðin hevur ein botn av brúnum liti, er ikki neyðugt at brúka so nógv smyrsl.

EINGIN ROYKUR
Tá Sophia Loren var ung, roykti hon sum ein trolari. Tað gjørdu tey flestu tíverri. Men tá hon skuldi royna at gerast við barn, var ein lækni, sum fortaldi henni, at hon hevði størri kjans, um hon gavst at roykja. Sophia Loren blev við barn, men hevur síðani sagt, at tað, at hon legði av at roykja, eisini er tað besta, sum hon hevur gjørt fyri útsjóndina.

Kelda:
La Vida Verde


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Náttmatur fitar ikki…

Tað finnast nógvar íspunnar søgur, tá tað snýr seg um…

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…