Hvussu nógva frukt og grønmeti skulu vit eta

Deil á Facebook
Mikudagur 4. mai 2011 - 13:52

Seks ferðir frukt og grønt um dagin. Tað hava vit fingið at vitað aftur og aftur seinnu árini. Og tó at onkur ivaleyst er troytt/ur av at hoyra hendan boðskapin, so er hann neyðugur. Tí kanningar vísa, at vit framvegis eta ov lítið av frukt og grønmeti, og ov nógv feitt og sukur.

Men hvussu nógv er seks ferðir frukt og grønt um dagin í vekt?

Runt roknað tosa vit um 500 gramm til tey vaksnu, og somu mongd til børn eldri enn 10 ár.

Børn millum fýra og 10 ár kunnu tó noyðast við 400 gramm um dagin, siga kostfrøðingar.

Men sum sagt, so er trupulleikin ikki, at børn og vaksin eta ov nógva frukt og grønmeti í hesum døgum, men ov lítið. So tað bilar einki, um tey ungu børnini fáa eitt sindur meira enn 400 gramm onkran dag. Tað týdningarmiklasta er, at tey koma upp á 400 gramm, og heldur yvir hesa vekt, enn undir.

Og minst til: Eplir, rís, pasta og breyð telur ikki við í teimum 500/400 grammunum um dagin.

Kelda:
www.juniorbusiness.dk


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…