Hvør lega er best, tá tú svevur. Tað eru nøkur klók høvd, sum hava kannað. Og niðurstøðan í kanning, sum amerikanska tíðindarásin CNN hevur gjørt saman við nøkrum serfrøðingum, er at tað er best at liggja á rygginum, tá tú svevur.
Tað er ringast at sova á búkinum, verður sagt. Tá liggur ryggurin skeivast. Trýstið frá skeivu støðuni kann eisini elva til, at vøddarnir kennast doyvdir, tá tú vaknar. Fleiri fáa ilt í nakka ella høvd, so hvørt sum dagurin líður, um tey hava sovið á búkinum.
Tað verður tó sagt, at fólk, ið snorka illa, kunnu bøta um tað tað, um tey sova á búkinum. Og fólk, sum ikki hava ringan rygg ella nakka, kunnu uttan trupulleikar sova á búkinum.
FÝRA LEGUR
Fýra sovilegur vórðu kannaðar, og ein teirra var at sova í fosturlegu. Hendan lega er tann næstringasta – ella triðbesta, um talt verður hinumegin frá. Tað er serliga tí, tað er hart fyri ryggin at liggja kropin, at fosturlegan ikki er so góð.
Næstbesta sovilegan er at liggja vanliga á liðini. Tað er serliga tí, at hendan legan er góð fyri ryggin, at serfrøðingarnir geva henni góð skotmál.
Besta sovilegan er at liggja á rygginum, verður sagt, men tá er vandin fyri at snorka størstur. At liggja á rygginum er gott fyri rygg og nakka, og liggur høvdið ikki ov høgt, er hendan lega eisini góð fyri bróstsviða.
Keldur (og lesið meira á):
http://fpn.dk/liv/krop_valvare/article2407761.ece
og
http://edition.cnn.com/2011/HEALTH/04/19/healthiest.sleep.position/index.html
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…