Kennir tú tað støðuna, at tú hevur funnið eina lekra uppskrift, men tú ivast, tí tú skalt brúka eini 17 ymiskar matvørur og krydd?
Nú skal tað verða, hugsar tú kortini, og tó at tú veist, at tað kann blíva ein dýrur umgangur, so fert tú til handils og keypir alt tað, sum tú sambært uppskriftini skal brúka.
Maturin varð góður og smakkaði væl, men tað ber nærum ikki til at keypa matvørur í leysari vekt longur, so nú er skápið fylt av øllum møguligum, sum tú sikkurt ongantíð fær brúkt, umframt at okkurt frískt er, sum sikkurt fer í skrell í morgin.
HUGSA ØÐRVÍSI
Hvat kunnu vit so gera við tað? Tað eru fleiri møguleikar, men tað mest skilagóða er at hugsa eitt sindur øðrvísi. Hygg at uppskriftini, og broyt so eitt sindur her, og eitt sindur har. Hygg í skápini hjá tær, og vita um har ikki er okkurt, sum tú kann brúka ístaðin fyri okkurt av tí, sum stendur í uppskriftini.
Tað kann t.d. vera, at tú hevur eitt sindur av kryddaðari spanskari pylsu (chorizo) liggjandi, og skal brúka eitt sindur av royktum fleski (bacon). Pylsan kann saktans fara á pannina, og gevur ein bacon-líknandi smakk.
Tað kann eisini vera, at tú skalt brúka kokus-mjólk, og heldur enn at keypa nøkur blikk, kanst tú leggja kokus-mjøl í blot í vanligari mjólk eina nátt, og so kroysta sevjuna úr kokusmjølinum niður í mjólkina, og so brúka ta blandingina.
Tað eru nógvir mátar, men tann lættasti er at hyggja at uppskriftini, og so barbera tað burturúr, sum tú heldur tú kanst vera fyri uttan, seta okkurt annað inn í, sum tú eigur í skápinum frammanundan, og so krydda væl (hvítleykur og frísk sitrón kann bjarga nógvum :-)
So kanst tú eisini royn at velja eina uppskrift, sum ikki hevur 15 ymiskar lutir. Vel at eta meiri ”simplan” góðan mat.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…