Íslendsk kryddblanding ger innrás í Føroyum

Deil á Facebook
Hósdagur 26. mai 2011 - 08:34

Seinastu tíðina hevur verið gjørligt at keypt íslendsku kryddblandingarnar Krydd á lambið í summum handlum í Føroyum, men í framtíðini skal hetta gerast enn lættari. Íslendsku framleiðararnir hava verið í Føroyum á sjarmuferð, og við sær hava tey ikki bara havt vælumtókta ”Lambakryddið”, men heili seks ymisk sløg.

Søgan um íslendsku kryddblandingina tók dik á seg í 2001, eftir at Stefán Halldórsson undanfarnu árini hevði eksperimenterað við at blanda krydd, sum var serliga væl hóskandi til lambskjøt. Í 2001 hitta hann Hjördís Andrésdóttir, sum átti ein handil í Skerjafirði, og saman skipaðu tey framleiðsluna av kryddblandingini, soleiðis at hetta arbeiði nú hevur yvirtirkið bæði handil og alt annað arbeiðslív hjá teimum báðum.

KRADDAÐU KRYDD
So tað, sum byrjaði við, at vinfólk og familja hjá Stefáni kraddaði sær eitt sindur av kryddi, tá tey skuldu gera okkurt serligt til náttara, er í dag vaksið til eina veruliga framleiðslu-fyritøku.

Rasmus Olsen umboðar Krydd á Lambið í Føroyum (212135)

Niðanfyri sæst, hvussu lambskotelettir kunnu kryddast við íslendsku krydblandingini.

Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…