Ok tit, so eri eg blivin spentur fastur til eitt Balance Bond. Hendan dillan við armbondum, ið kunnu bøta um treystleika og vælveru, er komin til Føroya, og í løtuni eri eg í holt við at kanna, um tað veruliga er soleiðis, at tú fært beitri javnvág í kropp og lív títt av at ganga við tí.
Fyri fyrst vil eg loyva mær at siga, at armbandið ikki hevur nakra neiliga ávirkan. Tú kennir ikki, at tú hevur tað uppi á. Á tí jaliga vonginum havi eg higartil upplivað, at onkur er komin við einari - skulu vit rópa tað, kosmetiskari viðmerking, og sagt at armbandið er pent.
Um tað bøtir um javnvágina, tað fáa vit at síggja. Higartil havi eg gingið við tí í einar tríggjar vikur, og møguliga hevur tað ávirkan á renningina. Eg eri byrjaður at renna eitt sindur meira nú, og tað tykist ikki so tungt. Kanska spælir Balance Bond ein lítlan leiklut.
Mítt Balance Bond er keypt hjá SIRI Vælveru í Havn, men tey fáast ivaleyst eisini aðrastaðni.
Fáast í silikon ella stál/silikon.
Hvat er Balance Bond? Lesið her (á enskum):
http://balancebond.com/pages/FAQ.html
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…