Tú hevur óivað upplivað at plastfilmurin á rullini við húsarhaldsfilmi ikki vil, sum tú vil. Torført er at fáa heilar longdir av rullini, og tú hevur bestan hug at blaka hana burt. Men tað finst eitt gott ráð.
Tað ber nevniliga til at leggja rulluna við húsarhaldsfilmi, ella matfilmi, sum onkur rópar hana, í kuldaskápið. Legg rulluna inn nakrar tímar ella eina nátt, so er hon lættari at hava við at gera, tá hon aftur verður brúkt í húsarhaldinum.
Argur hon aftur, fær hon ein umgang afturat í kuldaskápinum.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…