Liva longri, roykja og drekka minni, men fitna

Deil á Facebook
Týsdagur 12. apríl 2011 - 10:09

OECD hevur kannað heilsustøðuna hjá fólki, sum búgva í Evropa. Sum vanligt, hevur ein hug at siga, eru tó hvørki Føroyar ella Grønland við, men vit kunnu kanska kortini fáa gagn av at skeita eitt sindur eftir samlaðu evropeisku tølunum.

Mat og drykkivanarnir her heima eru ikki so nógv øðrvísi enn eitt nú í Íslandi, og kanska eisini í hinum norðurlondunum, so tølini hjá OECD geva eisini okkum eitt lítið innlit í støðuna.

Samanumtikið vísir kanningin, at evropear liva longri. Teir roykja minni enn fyri 10 árum síðani, teir drekka minni enn fyri 10 árum síðani, men teir eta eftir øllum at døma eisini meira enn fyri 10 árum síðani. Talið á fólki, sum eftir nógv umrødda og kanska ikki altíð eftirfarandi BMI-stiganum, viga ov nógv, ella alt ov nógv (millum BMI 25 og 30 og yvir 30 í BMI) er í fleiri økjum í Evropa tvífaldað seinastu 20 árini.

DREKKA OV TÍÐLIGA
Kanningin hjá OECD er gjørd í teimum 27 ES-londunum og í Íslandi, Sveis, Norra og Turkalandi.

Danmark hevur eitt keðilig met. Tá tað snýr seg um alkoholnýtslu millum ung, so eru danir teir yngstu, sum smakka sær á í øllum Evropa. Tvífalt so nógv 15 ára gomul hava verið full meira enn tvær ferðir í Danmark enn í miðal fyri hini londini í Evropa. Tá tað snýr seg um alkoholnýtslu hjá vaksnum, eru danir tó á einum 16.plássi.

HØGAN ALDUR
Miðallivialdurin fyri fólk í Evropa er hækkaður við seks árum frá 1980 til 2007, og er nú uppi á 78, tá vit hava bæði kynini við.

Fyri menn er talið 74,3 ár, meðan kvinnurnar í Evropa liva í miðal 80,8 ár.

Vanligastu deyðsorsøkirnar í Evropa eru hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Tøl frá 2008 vísa, at 40 % av av teimum, sum doyðu í londunum í Evropa tað árið, doyðu av hjarta- og æðrasjúkum. 26% doyðu av krabba.

Keldur:
altomkost.dk
og
http://dx.doi.org/10.1787/health_glance-2010-en


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…