Løtt leskilig avokado-salat

Deil á Facebook
Hósdagur 26. mai 2011 - 08:53

Avokado og egg, og eitt sindur av salti, pipari og sitrón. Tað er í veruleikanum tað einasta, sum skal brúkast, og tað smakkar avbera væl.

Uppskriftina havi eg fingið frá vermóðir, og hon brúkar eina hvirlu, og setur eitt grovt rívijarn í, men tað ber sjálvsagt eisini til at hakka egg og avokado við hond.

Tú skalt brúka 3-4 búnar og ikki brúnar avokado, eini seks til átta egg. Kóka eggini og lat tey kølna. Flys avokado, sker hana í evarska lítlar bitar (ella brúka hvirluna), lat einar tríggjar súpiskeiðir av sitrónsaft í beinanvegin, so avokadoin ikki brúnkar. Hakka eggini og vend teimum í saman við salti og pipari. Smakka uppá, og lat meira krydd ella sitrón í, um neyðugt.

Preið: Goym tvey egg, sum so verða skorin í bátar og løgd omaná sum pynt, so sum á myndini.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…