Matpakkahondin: Íblástur til heilsugóðan matpakka

Deil á Facebook
Týsdagur 24. mai 2011 - 07:12

Umráðandi er, at matpakkin sær innbjóðandi út og er litfagur. Heilsugóði matpakkin inniheldur grovt rugbreyð, fiskaviðskera, soltnan viðskera og eitthvørt broyskið at gnaga í - frukt og grønmeti.

Matpakkahondin - sjá mynd omanfyri - er eitt einfalt og hent amboð, tá tú fert til handils, og best av øllum, tær nýtist ikki innkeypsseðil.

Er matpakkin til børn, vaksin ella gomul, rík ella fátøk, vanabundin ella nýhugsandi, eru somu góðu ráð galdandi. Er matpakkin gjørdur eftir matpakkahondini, hevur tú ein heilsugóðan matpakka – ið er í samsvari við tey 8 kostráðini.

Hugsa tær, at matpakkin er deildur upp í fimm matvørubólkar, ein fyri hvønn fingur á hondini:

Tummilfingur/Grønmeti: Gularót, agurka, piparfrukt, sjerrytomat, blómkál, brokkoli, ertrar, bønur, mais, radisur, kinaradisur, blaðsellarí hvítkál.

Fremstifingur/Breyð: Gott grovt rugbreyð, breyð, sum eru bakað við fullkornsmjøli, til dømis grovt pitabreyð og grovir bollar.

Longutong/Viðskeri: Hamburgaryggur, høsnarungabringa, kalkunbringa , skerpikjøt, soltin roykt eplapylsa, kjøtfrikadellur, soltið livurpostei, egg, soltin ostur, soltin smyrjiostur.

Lekifingur/Fiskur: Makrelur í tomat, royktur makrelur, rogn, tunfiskur, fiskapylsa, laksapaté, royktur laksur, sild, turrur fiskur, fiskafrikadellur.

Lítlifingur/Frukt: Súrepli, pera, banan, appilsin, melón, jarðber, rosinur

(Kosttoymið 2011)


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…