Tá menn verða 40-50 ár, uppliva fleiri teirra eina fysiska støðu, ið minnir um teirri hjá kvinnum, sum koma í sonevnda yvirgangsaldurin. Talan er um nakað, ið verður rópt andropausa, men í mun til kvinnurnar, so er ikki so lætt at merkja tað hjá monnum. Kvinnurnar halda uppat við at menstruera, meðan ávirkanin hjá monnunum er øðrvísi samansett og ikki so ítøkilig, sum hjá kvinnum.
Fyri bæði kyn er tó galdandi, at hormon-støðan í kroppinum broytist. Kvinnurnar uppliva, at østrogenmongdin minkar, meðan mennirnir uppliva, at testosteron mongdin gerst minni.
40 ÁRA KREPPA
Nógvir menn uppliva, tá teir fara um tey 40, at kroppurin byrjar at broytast. Vøddarnir minka, samstundis sum fleiri teirra kunnu verða rættiliga ”humør-sjúkir” og troyttir. Minkandi kynsligur áhugi kann eisini vera ein fylgja, eins og tað sum heild er minni orka í kroppinum til fysiskt arbeiði.
Kvinnur koma sum oftast í sína yvirgongd frá miðskeiðis í 40-árunum til umleið 50 ára aldur. Menn´sa yvirgongd kann hinvegin henda yvir fleiri áratíggju. Summir vilja uppliva yvirgongdina síðst í 30-árunum, meðan aðrir als ikki koma í eina veruliga yvirgongd, tí teir klára at kompensera við góðum kosti, motión og annars einum sunnum lívshátti, kanska blandaðum við øðrvísi genum. Allir menn uppliva tó eitt slag av fysiskum falli, men hjá nógvum – serliga teimum fysiskt aktivu - ávirkar tað ikki psykuna.
Fyri at minka um ávirkanina av andropausu, kunnu menn royna at fara væl við sær sjálvum, siga serfrøðingarnir. Tað vil altso siga, ikki útseta kroppin fyri alt ov nógva gift og ósunnan mat, og royna at íðka.
Tað ber til at fáa læknaliga hjálp, um menn uppliva ov stórar broytingar, tá teir nærkast teimum 40 ella eru farnir harum, og kenna á sær, at okkurt ikki er sum tað eigur at vera.
Tilvildarlig mynd.
Lesið meira á:
http://www.netdoktor.dk/overgangsalder/maend.htm
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…