Í summum handlum í Føroyum ber til at keypa olivenolju, sum er kryddað við trøflu. Ein góð olja av hesum slagi smakkar sterkt av hvítari trøflu, sum er rættiligt lystimeti, ið er sera høgt í metum í nógvum londum.
Fyrstu ferð tú smakkar trøflu, kann tað vera, at tú ikki ordiliga veit, hvat tað er fyri ein smakkur tú hevur við at gera. Trøflusmakkur er ikki ordiliga sum nakar annar smakkur, og tað er torført at seta orð á. Trøflur veksa í mold, og hava kanska ein soppa-mold-nøt smakk. Summi siga, at trøflusmakkur er tey síðstu 10 prosentini, sum gera eina máltíð fulkomna.
Tað er so at siga vónleyst at fáa fatur á frískum trøflum í Føroyum. Tær eru eisini rættiliga kostnaðarmiklar. Men tað ber til at keypa lítlar heilar trøflur í olju (Miklagarði í SMS), og so ber sum sagt til at keypa olju við trøflu í ávísum handlum. Hendan, sum eg keypti hendan dagin, var frá Føroya Keypsamtøku í miðbýnum í Havn.
TIL HVAT?
Eg brúki oljuna omaná fisk ella kjøt – bara nakrar dropar fyri at fáa hendan serliga trøflusmakkin. Tað ber eisini til at brúka trøfluolju omaná pasta, og vilt tú ordiliga hava trøflusmakk, kanst tú stoyta eitt sindur av olju á eina góða breyðflís saman við grovum salti, uuuhmmmm...
Trøfluolja er eisini sera væl egnað til risotto.
Tað átti at staðið ein ávaring á fløskuni, tí smakkurin av trøflu er sera vanaelvandi.
Hendan oljan kostar ca. 60 kr fyri 55 cl. Dýrt kanska, men drúgv, og sera leskilig.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…