Brúka vit tøl úr øðrum londum og sammeta við støðuna í Føroyum, eru umleið 350 fólk heima frá arbeiði sínum hvønn dag, tí tey hava strongd. Vit vita kortini ikki so nógv um hesa sjúku, sum sær út til at gera meira og meira um seg. Tí hava nakrir granskarar á Arbeiðs- og umhvørvismedisinsku deildini á sjúkrahúsinum í Bispebjerg tikið stig til eina umfatandi kanning, ið skal royna at finna svar upp á ósvaraðar spurningar í sambandi við strongd.
Bo Netterstrøm, sum er leiðari fyri granskaingarætlanini, sigur við Videnskab.dk, at nærum øll viðgerð fyri strong í dag verður gjørd við óstaðfestum viðgerðarhættum.
-Vit vita veruliga ikki, um samrøður við t.d. sálarfrøðingar hjálpa upp á strongd, sigur hann og eftirlýsir eitt nú, at kontrol-royndir verða gjørdar fyri at vita, um fólk eisini gerast frísk, um tey ikki hava samrøður við sálarfrøðingar.
Málið er at fáa 280 royndarfólk við. Tey skulu vera sjúkrameldaði í løtuni við strongd. Fólkini fara at verða býtt í fýra bólkar, har tann eini fer at fáa ta viðgerð, sum vanliga verður nýtt í dag – samrøður við sálarfrøðing o.l. Næsti bólkurin fær onga viðgerð, men verður bara kannaður javnan, meðan triði og fjórði bólkarnir skulu viðgerðast á trongdardeildini á Bispebjerg sjúkrahúsi. Har verður m.a. talan um ”mindfulness”, kropsterapi og samrøðu-samband (dialog) við arbeiðsplássið. Nógvir arbeiðsgevarar og leiðarar vita nevniliga ikki, hvussu mann skal takla strongd á arbeiðsplássinum, skrivar Videnskab.dk.
Mynd: Modelmynd
FAKTA:
Strongd. Djúp likamlig og/ella sálarlig møði, overving, ofta í sambandi við tunga arbeiðsbyrði el. tíðarneyð.
(Móðurmálsorðabókin)
Kelda:
Videnskab.dk
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…