Ókendur matur og børn

Deil á Facebook
Mánadagur 30. mai 2011 - 10:22

Hvussu fært tú barn títt at eta okkurt nýtt? Tað kann vera ein avbjóðing. Ein máti er at biðja barnið koma við í køkin, tá tú gert matin. Barnið fær eina tryggari kenslu av tí nýggja matinum, tá tað hevur verið við at matgera.

Tá tit so fara til borðs, mugu tit geva tykkum góða tíð. Barnið má venja seg við útsjóndina á matinum. Ein spildurnýggj mátíð er sum eitt fremmant fólk. Og lat annars vera við at gera so nógv burturúr matinum. Ikki tosa matin í hel. Lat barnið sleppa at royna seg varliga, og oys ikki ov nógv á talerkin í senn.

Um barnið kortini ikki dámar okkurt av tí, sum er á talerkinum, lat tað sleppa at spýta út, uttan at gera nakað hóvasták burturúr. Royn so vit sama rætti aftur nakrar vikur seinni. Smakkileykirnir hjá barninum eru tá eitt sindur meira búnir, og tað kann vera, at maturin nú fer niðurum.



Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…