Ongantíð ov seint at byrja at íðka

Deil á Facebook
Mánadagur 4. apríl 2011 - 10:34

Tað er ofta, tá fólk verða umleið 65 ár, at tey av álvara merkja avleiðingina av at hava livið eitt lív við ov lívið av fysiskari rørslu. Tey kenna seg troytt og veik. Men tað er ongantíð ov seint at byrja at íðka. Og tá ein fer av arbeiðsmarknaðinum vegna aldur, eru stundir til ymiskt, sum tað ikki vóru so góðar stundir til áður – millum annað at ganga langar góðar túrar.

So óttust ikki, sigur Chris MacDonald, heilsuguru, kann mann eftirhondini rópa hann. Hann minnir á, at kroppurin hevur tann fantastiska eginleika, at hann byggir seg sjálvan upp við góðari venjing, og tá kann tað gera tað sama, um tú ert 20 ella 70 ár. So skjótt, sum gongd kemur á, styrkjast bæði vøddar og lið.

Eldri fólk skulu sjálvsagt ikki venja so hart, sum tey ungu, so byrrja við einum dagligum túru upp á bara 5 minuttir. Hesin túrur verður skjótt til 15 minuttir, og sum frá líður til ein hálvan tíma við góðari ferð.

So tað er bara at koma í gongd.

Kelda (tekstur og mynd):
lobnu.dk


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…