Orkusparandi eplakóking

Deil á Facebook
Fríggjadagur 15. apríl 2011 - 16:39

Flest allir føroyingar kóka eplir hvønn dag. Kóka vit eplini á orkusparandi hátt, kunnu vit bæði minka um útlátið av Co2 og um útlátið av krónum úr mappuni.

Nógvir føroyingar kóka eplini við nógvum hita í úti við trý kortér, men tað er als ikki neyðugt.

Tá tú hevur vaskað eplini í køldum vatni, oysir tú ein fullan el-ketil av kókandi vatni yvir og skrúvar for frá. Tá tey eru komin upp á kók aftur, skulu tey kóka hart í eitt kortér, og so sløkkir tú undir plátuni. Lat nú grýtuna standa í ein hálvan tíma ella so, og eplini eru perfekt, føst og góð.

Tú kanst eisini bara líka lata eplini koma upp á kók í 5 minuttir, taka grýtuna av hitanum og balla hana í dýnuna. So standa tey og kóka liðugt, meðan tit fara í kirkju ella okkurt heilt annað.

Hatta við at lata salt í eplavatnið, eru ymiskar meiningar um. Sjálv smakki eg ongan mun, men her eru fólk helst ymisk á máli.

Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…