Ost upp á ost

Deil á Facebook
Mánadagur 25. apríl 2011 - 10:00

Vóru og vitjaðu Onnu, Brand og familju teirra ein av páskadøgunum, og millum allan tann deiliga matin, var ein herlig lítil og løtt ostadesert.

Tað var í veruleikanum bert ein stórur brie-ostur, sum var klovin og fyltur. Í hesum føri varð hann fyltur við hakkaðum turkaðum abrikosum í rómaosti.

Tað ber til at fylla rómaostin við øllum tí, sum tú heldur er hóskandi - t.d. rómaost við hakkaðum nøtum, sólturkaðum tomatum o.a.

Anna hevði valt at borðreiða ostin við osti í við ymsum nøtum í ahorn-siroppi, víndrúvum, radisum og meira aprikosum afturvið, og tað smakkaði sera væl.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…

Ikki gikt av…

Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…