Heimagjørt pesto smakkar væl, og serliga um tað eydnast at fáa fatur á frískum basilikum. Men tað kann vera torført. Veit ikki hví, men tað er sjáldan at handlarnir hava gott frískt basilikum á grønmetis-hillunum.
Tí var tað matlistarlig aha-uppliving, tá vit hjá Onnu og Brandi fingu heimagjørt rucola-pesto á páskum. Smakkurin av nøt og beiskum urtum frá rucola-salatinum hóskar væl til feitu oljuna, pinkukjarnirnar og parmasanostin. Fínasta slag.
Mær dámar best pesto við basilikum, og tað smakkar eisini betri enn hetta við rucola (og eisini betri enn tomatpesto), men tá nú úrvalið av basilikum í handlunum í Føroyum kann vera avmarkað, og tú sum oftast kann finna eina bakka av rucola, so er hetta ein góðum valmøguleiki.
UPPSKRIFT
TILFAR
¾ litur av rucola (uml. 40 gr)
25 gr av pinjukjarnum
1 pung av hvítleyki
1 dl av olivenolju
3-4 spísiskeiðir av rivnum parmasanosti (tú kanst eisini brúka rivnan Vesterhavsost)
¼ teskeið grovum salti
Eitt sindur av pipari
FRAMFERÐARHÁTTUR
Brúnka pinjukjarnirnar á pannuni við makum hita, til tær eru ljóst brúnar. Lat tær síðani kølna.
Rucola, pinjukjarnir og hvítleykur verður latin í ein blendara. Blenda við minstu ferð, meðan tú letur oljuna í, eitt sindur í senn. Lat so ost, salt og pipar í. Blenda eitt sindur, og smakka uppá. Kanska skal eitt sindur meira salt í. Tað er upp til tínar smakkileykir at avgera.
Rucolapesto heldur sær í kuldaskápi einar tveir dagar, men kann eisini frystast.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…