Kennir tú hetta við, at dropin frá fløskuni við oliven- ella aðrari olju rennur niður eftir fløskuni. So ert tú ikki tann einasta ella einasti. Nógvar hendur og borðplátur eru vorðnar smurdar inn í feitti av hesum dropum, sum so at siga altíð renna niður eftir fløskuni, sjálvt um framleiðarin reypar av at júst teirra tútur er dropafríur.
Men her eru eini hent ráð. Keyp ein pakka av góðum gomlum pípureinsarum. Snara ein pípureinsara um hálsin á fløskuni við matolju - umleið ein sentimetur niðanfyri fløskuholið. Pípureinsarin loftar nú dropunum, sum annars høvdu runnið niður eftir fløskuni.
Tá fløskan er tóm, sleppur tú tær av við bæði fløsku og pípureinsara, og ein nýggjur pípireinsari verður settur á nýggju fløskuna.
Hevur tú eina fløsku til matolju, sum tú fyllir á, kanst tú eisini brúka pípureinsara, men so mást tú skifta hann av og á.
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…
Tað verður javnan sagt, at tú ikki mást strekkja fingrarnar,…