Price-beiggjarnir fáa egna matstovu

Deil á Facebook
Mikudagur 26. oktober 2011 - 09:00

Tá Søllerød Kro fekk seks kokkahúgvur frá blaðnum Politiken herfyri, var tað kendi sjónvarpskokka-beiggin Adam Price, sum ummælti. Og tað var eisini seinasta ummælið hjá Adam Price fyri Politken, har hann hevur ummælt mat í 19 ár. Adam Price hevur verið sera íðin sum ummælari, og er høgt virdur, bæði hjá lesarum og matstovu-eigarum. Men hann hevur eisini verið ein harður hundur. Tey, sum ikki hava gjørt tað gott, hava fingið hetta at vita, og hava matstovurnar lovað for nógv, hava tær fingið koyrilin.

Í grein í Politiken, sum slóð er til niðanfyri, fortelur Adam Price m.a. um eina matstovu, sum fyri nøkrum árum síðani í lýsing gav sær sjálvari fimm stjørnur. Hana mátti hann royna, og úrslitið var, at matstovan fekk eina stjørnu. Tá matstovueigarin læs ummælið, ringdi hann til Adam Price og spurdi um hann kundi koma til ein fund saman við sær og bróðursynum sínum. Adam segði pent nei-takk :-)

MATSTOVU
Men nú verður øvugt í matlívinum hjá Adam Price. Saman við beiggja sínum James kann hann um nakrar vikur rópa seg matstovueigara. Teir báðir lata upp matstovu í Rosenborggade síðst í hesum árinum. Talan verður um eina klasiska matstovu í hugnaligum umhvørvi við harra-rættum fyri bæði kvinnur og menn, siga teir. Matstovan, sum verður stýrd í samstarvi við Dragsholm Slot, skal eita "Restaurant Brødrene Price". So verður spennandi at lesa, hvat ummælarar halda um Price-matstovuna.

Lesið grein um Adam Prise og hansara tíð sum matummælari á Politiken her

Mynd:
Fleming Lyng/Politiken


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini