Tá ultra-rennarin Jesper Kenn Olsen vitjaði í Føroyum í sambandi við Tórshavn Maraton, helt hann ein áhugaverdan almennan fyrilestur. Hann greiddi frá, hvussu tað var at renna runt knøttin upp á tvey ár. Eitt bragd, sum hann er tann fyrsti, ið nakrantíð hevur gjørt. Slíkur túrur er krevjandi upp á allar mátar, og sum oftast er undirskot á kaloriu-síðuni, og kilioini rapa av. Men so var ikki, tá hann rann tvørturum USA. Tá fór Jesper 8 kilo fram, tó at hann rann umleið tað, sum svarar til eitt maraton um dagin.
FÓR 12 KILO AFTUR
Túrurin byrjaði í Onglandi, og eftir at hava runnið í Skandinavia, varð runnið tvørturum alt Rusland. Ein harður túrur, sum kravdi 8 kilo á minus-síðuni. Eftir at hava runnið tvørturum Japan, sum ikki var so hart, tó at Jesper viltist í heilum, tí hann vildi klára seg fullkomiliga sjálvur, var farið til USA.
McDONALDS HVØNN DAG
Í Ruslandi kundi tað vera torført at finna nóg mikið av mati, tí tað var langt millum býir og bygdir, men í USA var ikki so langt millum bensin- og matstøðirnar, tó at tað eisini kundi vera langt millum bygdir og býir.
Jesper át so nógv, sum kundi passa í, og hugsaði als ikki um kaloriurnar. Hann helt, at tá hann rann eitt knapt maraton um dagin, so kundi tað gera tað sama, hvat hann át. Men so var ikki. Tá hann hevði runnið tvørturum USA, høvdu ikki minni enn 8 kilo sett seg á 70 kilo lætta rennaran. Jesper metir sjálvur, at tað var hendan stóra Big Mac máltíðin (onkumtíð ein super size) um dagin, sum afturat øðrum mati var orsøkin til, at hann fór fram.
AFTUR AT RENNA
Túrurin runt knøttin var gjørdur fyri nøkrum árum síðani, men tað var ikki nóg mikið fyri Jesper. Nú er hann í holt við tað, sum hann rópar World Run II. Hetta er túrur frá norð til suður, og síðani aftur frá suður til norð.
Fyrra helvt av túrinum er liðugur – frá norðara parti av Finlandi til suðurendan av Afrika – og nú er ein túrur frá sunnasta parti av Suðuramerika og norður ígjøgn aftur, eftir.
Lesið meira um World Run II (og um World Run I) á:
www.worldrun.org
Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…