Renn frá appelsinhúð á lørum og rumpu

Deil á Facebook
Sunnudagur 5. september 2010 - 08:31

Ringasti fíggindin hjá nógvum kvinnum inniheldur eitt so leskiligt navn, sum appelsin. Vit tosa um appelsinhúð, og navnið kemur frá flatuni á appelsinini, ið hevur tann struktur, sum húðin hjá kvinnum við appelsinhúð fær.

HVAT ER APPELSINHÚÐ
Reint biologiskt er appelsinhúð, sum á fakmáli verður rópt cellulite, smáar gele-aktigar upphópingar av óreinsku í kroppinum, feitt og vætuupphópan, sum leggur seg sum knútar og klumpar millum húðina og undirhúðina. Hetta ger, at húðin í ávísum støðum – á lørum og rumpu – verður rukkut, eins og skalið á eini appelsin.

3. hvør kvinna í Norðurlondum stríðist við appelsinhúð í størri ella smærri mongdum. Tí er kanska áhugavert at vita, hvat ið kann gerast fyri at minka vandan fyri at fáa hesa sitrus-húð.

10 RÁÐ
Her eru 10 góð ráð ímóti appelsinhúð, sum einki hava við dýr krem ella feittsúgving at gera.

Styrkivenjing er góð, tí appelsinhúð setur seg ikki á vøddar, og um beinini og endin eru vøddamikil, so er minni ella eingin appelsinhúð.

Summar vørur og kolhydratir eru meira ”cellilitid-elvandi” enn aðrar, t.d. kaffi, hvítt og ljóst breyð, góðgæti og sukur, og øll sløg av transfeittsýrum.

Drekk nógv vatn, sum økir blóðrensluna í kroppinum. Á tann hátt er lættari hjá kroppinum at reinsa óreinskurnar úr kroppinum.

Massera lør, hoftir og endabøllar fyri at reinsa út óreinsku – gjarna við einum hanska úr hampi.

Bæði køld og heit bað stimbra blóðrensluna í húðini.

Ikki roykja.

Summur heilivágur elvir til appelsinhúð – sovitablettir, klænkitablettir, avføringstablettir og vatndrívandi heilivágur.

Koffein, alkohol og ósunnur matur er ikki gott, um mann vil sleppa undan appelsinhúð.

Etið mat við stórum innihaldi av mat-trevjum (fibur), etið frukt og grønmeti.

Royn ikki at gerast strongd.

Og rennið, rennið og aftur rennið. Eitt tað besta tú kanst gera fyri at sleppa undan at fáa appelsinhúð, er at renna. Gjarna tríggjar til fýra ferðir um vikuna.

Meira um appelsinhúð á:
http://iform.dk/velvaere/fup-og-fakta-om-appelsinhud

Kelda:
fitnews.dk

PS: Ovara myndin er av einum serstøkum (myndaviðgjørdum) súrepli. Vit halda, at tað var er flott, at vit hava brúkt tað til hesa grein, tó at hon snýr seg um appelsinhúð. Niðara myndin er av einum mildum dømi upp á appelsinhúð.


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Náttmatur fitar ikki…

Tað finnast nógvar íspunnar søgur, tá tað snýr seg um…

Brokkoli upp á…

Juni er góður mánaði fyri brokkoli. Tað ber til at…

KOKS millum tær…

Seinastu vikurnar hava fólk havt møgulleika at keypa sær eitt…